Um mánaðarskiftið varð staðfest, at stórur vøkstur er í talinum av fólki, sum vilja sleppa at lesa hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya.
469 umsóknir komu inn, og tað svarar til ein vøkstur uppá meira enn 18 prosent samanborið við í fjør.
Nú umsóknirnar eru viðgjørdar, kann eisini staðfestast, at fleiri umsøkjarar hava hægri miðalpróvtøl enn áður.
Svar send út í dag
Øll 469, sum hava søkt inn á Setrið í 2020, hava fingið svar um upptøku í dag.
Lestrarskrivstovan hevur givið tilsamans 331 umsøkjarum tilboð um lestrarpláss, og hetta svarar til 70 prosent av øllum, sum søktu.
Fleiri høg miðalpróvtøl eru í umsóknunum í ár, og hetta sæst serliga væl aftur, tá talan er um læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini, men sama gongd er eisini á útbúgvingini til námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing.
Hetta hevur við sær, at gáttin er hægri, og fyri at sleppa at lesa til fólkaskúlalærara, námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing gøgnum kvotu 1 krevst munandi hægri miðalpróvtal í ár enn undanfarin ár.
Lægsta miðaltal, har umsøkjari hevur fingið boðið lestrarpláss eftir kvotu 1 (miðalpróvtal eftir 7-talsstiganum) galdandi fyri árini 2020, 2019, 2018, 2017 og 2016:
Fólkaskúlalærari: 8,3 - 5,8 - 7,4 - 6,9 - 7,7
Sjúkrarøktarfrøði: 8,2 - 7,8 - 7,4 - 7,5 - 8,0
Námsfrøði: 7,0 - 6,0 - 6,3 - 5,3 - 6,1
233 fingið fremsta valið
Av teimum 261 umsøkjarunum, sum hava fingið í boði eitt pláss á bachelorútbúgvingunum, sleppa 233 inn á ta útbúgvingina, sum tey hava sett sum sína fremstu raðfesting.
Til námsfrøði eru tilsamans 42 á bíðilista. Til lærara eru tilsamans 48 á bíðilista. Til sjúkrarøkt eru tilsamans 46 á bíðilista.
Tey, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, skulu taka av í seinasta lagi 1. august.
Tey, sum ikki fáa tilboð um lestrarpláss, hava eisini fingið boð í dag, har tey annaðhvørt fáa at vita, at tey eru á bíðilista, ella at umsóknin ikki er gingin á møti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald