Innanlands

Gávur til nýføðingar í Vágs kommunu

Fyrr í summar samtykti sosiala- og heilsunevndin í Vágs kommunu at lata gávur til allar nýføðingar í kommununi, og týsdagin komu átta nýføðingar á vitjan hjá kommuni

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2025-10-09 10:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í summar samtykti sosiala- og heilsunevndin í Vágs kommunu at lata gávur til allar nýføðingar í kommununi. Í gávuni er ein byrjunarpakki frá lokalu fyritøkuni Natúrlig, sum inniheldur ymiskar umhvørvisvinarligar vørur til mammur og nýføðingar.

Týsdagin komu átta nýføðingar á vitjan í Miðlatúni í Vági, har teir fingu gávu frá kommuni.

Rakul Nolsøe í Lágabø, forkvinna í sosialu- og heilsunevndini, bjóðaði vælkomin og heilsaði uppá nýggju vágbingarnar. Eftirfylgjandi greiddi Una Galán frá Natúrlig frá vørunum, og eisini var heilsufrøðingur frá Gigni til staðar, skrivar kommunan.

Sambært Vágs kommunu eru í ár níggju børn fødd, og okkurt barn er á veg í kommununi.

28. oktober verður næsta tiltakið fyri mammur og teirra nýføðingar í Miðlatúni. Tá vitjar Apotekið, sum fer at vísa fram vørur til mammur og børn. Og 25. november fer fysioterapeuturin Beinta Vestergaard at tosa um rørslu og sansastimbran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder