Innanlands

Geisa sett til sølu

Matstovan læt upp í juli 2020 á triðju hædd í Havnar Klubba, men virksemið er nú hildið uppat

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-06-27 15:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Matstovan Geisa sum læt upp í juli 2020 á triðju hædd í Havnar Klubba er nú sett til sølu. Matstovan, sum hevur havt sjálvtøkuborð við nógvum sløgum av kjøti stongdi herfyri, og er nú til sølu.

- Matstovan kann rekast víðari við sama konsepti, sum er væl vitjað, men eisini er møguligt at gera annað matstovukonsept um vilji er til tað, skrivar Geisa á Facebook.

Leigumálið kann yvirtakast skjótt., verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder