Georg L. Petersen hevur sagt seg úr starvi, og tí verður lýst eftir nýggjum tíðindaleiðara at byrja sum skjótast.
Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum seinastu árini hevur sagt seg úr starvi.
- Hesi fýra árini, eg havi sitið sum tíðindaleiðari, hava verið spennandi og avbjóðandi. Fleiri átøk eru framd bæði í útvarpi og sjónvarpi, sigur Georg L. Petersen.
- Nú standa aðrar broytingar fyri framman, og tí er best, at onkur annar sleppur framat, sigur hann.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Nýggjar avbjóðingar fyri framman
Kringvarpið leggur seg alt meira eftir at menna talgildu pallarnar, og hetta fer at hava broytingar við sær, sigur kringvarpsstjórin Ivan Hentze Niclasen.
- Strategiskt leggja vit orku í eina talgilda snaring, og tað fer at seta nýggj krøv til leiðslu og starvsfólk. Samstundis skulu vit alla tíðina hava fokus á at menna perspektiverandi og kritiska journalistikkin, sigur hann.
Tíðindadeildin í KVF er størsta journalistiska arbeiðsplássið í Føroyum. Har starvast 20 tíðindafólk umframt framleiðarar, fotografar og grafikarar. Deildin framleiðir tilfar til útvarp, sjónvarp og net.
Georg L. Petersen er virkandi tíðindaleiðari, til ein nýggjur er settur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald