2024-05-28 19:16
Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið eru hósdagin boðin til fundarborðið. Tá fer Semingsstovnurin at gera eina roynd at finna eina semju í verkfallinum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Hetta veit útvarpið í kvøld.
- Tað kann vera byrjanin til eina nýggja semingsroynd, men tað kann eisini enda við tí øvugta, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið.
Prátað var við arbeiðarafeløgini í gjár og arbeiðsgevararnar í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald