
- Leygardagurin 19. desembur 2020 verður ein søguligur dagur. Farleiðin úr Suðurstreymoy verður skorin niður í nærum einki, samstundis sum Skálafjørðurin verður knýttur enn meiri saman. Talan er sjálvandi um Eysturoyartunnilin, sum letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin klokkan 12.00.
Soleiðis skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari. Kommunan byrjar serliga dagin við at bjóða ókeypis morgunmat til borgarar. Av tí at kornatilmælini eru sum tey eru, so verður einki stórt morgunmatarborð - morgunmaturin verður útflýggjaður:
- Vegna tilmælini um koronu savnast vit ikki til morgunmatin, men fáa hann ístaðin við heim til hús. Morgunmaturin verður pakkaður í posar og útflýggjaður við garasjuna hjá Georg í Strandatúni, so ein fær morgunmatin inn í bilin uttan at seta ein fót út úr bilinum. Tey, sum koma til gongu, fáa sjálvandi eisini ein morgunmatarposa.
Les eisini:
Drive-in tunnilstiltak á Toftum leygardagin
Midnáttarsangbólkurin luttekur
Hátíðarhaldið við rundkoyringina í Eysturoyartunnlinum byrjar klokkan ellivu. Vegna korona er hátíðarhaldið ikki alment, men Kringvarpið vísur alt hátíðarhaldið í sjónvarpinum. Á skránni verður hornblástur og fleiri røður. Millum annað fer borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, at siga nøkur orð, eins og Jens L. Thomsen, borgari, sum hevur gjørt eina ljóðmynd, ið er at hoyra í tunlinum. Til seinast verður snórurin kliptur, og harvið verður tunnilin tikin í nýstlu.
Seinnapartin og út á kvøldið verður hetta eisini hátíðarhildið á Strondum. Kommunan bjóðar búff, franskan hotdog, candyfloss og poppkorn. Pysluvognur, ið millum annað Fróði Benjaminsen stendur fyri, fer at standa við omanfyri nevndu garasju. Maturin verður borin inn í bilarnar, soleiðis at fólk bert skulu koyra framvið og bíleggja úr bilinum, skrivar sjovar.fo.
Handilslívið á Strondum ger eisini eitt sindur eyka burturúr á serliga degnum.
Les eisini:
Ókeypis at koyra gjøgnum nýggja tunnilin árið út
Geva Eysturoyarblað út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald