
Tórshavnar Havn hevur í eina tíð arbeitt við at gera ein nýggjan bátahyl í Álakeri, og fyrr í ár varð samtykt at taka av tilboðnum frá p/f Tórhalli Hansen og at gera sáttmála um arbeiðið.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur saman við Tórshavnar Havn arbeitt við skipan av økinum kring sjálvan bátahylin, og í hesum sambandi er gøtan á brimgarðinum komin upp at venda.
Ynskiligt er at gera økið áhugavert hjá borgarum at ferðast í, og í hesum sambandi hevur eitt ynski verið at gera brimgarðin atkomuligan hjá øllum borgarum, soleiðis at borgarin hevur møguleika at ganga sær ein túr at njóta útsýnið, uppihalda sær og møguliga eisini fara á seiðaberg úti á endanum á brimgarðinum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Átakið verður eisini mett sum eitt gott íkast til Landssjúkrahúsið, sum væntandi við sjúklingum og vitjandi kemur at hava gagn av at kunna ganga sær ein túr í umkringliggjandi økinum.
Tað verður eisini p/f Tórhall Hansen, sum fer at gera gøtuna á brimgarðinum. Hetta arbeiðið verður væntandi sett í gongd komandi vár.
– Hugsandi er, at Álaker í framtíðini verður meiri býarkent, tó samansett við vinnuligum virksemi, og tí verður somuleiðis mett, at ynski at gera økið áhugavert at uppihalda sær í hóskar væl til ta visjónina, skrivar kommunan.
Málið um nýggju gøtuna varð einmælt samtykt á býráðsfundi hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald