placeholder
Innanlands

Gera kanningar á Eirargarði longu í morgin

Nú kunnu øll lata seg kanna fyri koronu uttan ávísing frá lækna. Landssjúkrahúsið letur nýggja kanningarmiðstøð upp frá klokkan 13 í morgin sunnudagin

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-08-09 00:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landssjúkrahúsið letur upp nýggja kanningarmiðstøð á Eirargarði og nú kunnu øll lata seg kanna fyri koronu uttan ávísing frá lækna. 

Sunnudagin verður kannað fyri koronu frá klokkan 13 til 16. Eftir ætlan verða kanningar gjørdar gerandisdagar frá klokkan 17 til 19, men hesar tíðir verða lagaðar eftir tí tørvi sum er í samfelagnum.

[object Object](Mynd: Landssjúkrahúsið)

Seinastu dagarnar hevur ovurstórur áhugi verið millum manna at lata seg kanna og bíðirøðirnar langar.

Ferðsluviðurskiftini eru munandi frægari á Eirargarði og Landssjúkrahúsið metir sum heild, at umstøðurnar at skipa fyri koronakanningunum verða betri enn á J.C. Svabosgøtu.

Størsta broytingin er tó, at nú er ikki longur neyðugt at fáa ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú letur teg kanna. Fólk skulu bara møta upp í bili og so taka røsku starvsfólkini sær av kanningunum og allari neyðugari skráseting.

Skeltir eru sett upp, sum vísa vegin, tá ið fólk nærkast Eirargarði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder