Innanlands

Gera klárt til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík

Ein stórur net-kaðal verður nú fluttur, og í komandi viku verður byggiøkið helst avbyrgt

Gravað verður millum annað upp, beint við har stóri pallur plagar at standa á Summar Festivalinum. Byggjast skal á parkeringsplássinum norðanfyri Posthúsið, ið sæst aftarlaga á myndini (Mynd Klaksvíkar Kommuna)

Gravað verður millum annað upp, beint við har stóri pallur plagar at standa á Summar Festivalinum. Byggjast skal á parkeringsplássinum norðanfyri Posthúsið, ið sæst aftarlaga á myndini (Mynd Klaksvíkar Kommuna)

2020-02-18 13:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tveimum vikum síðani varð spakin settur í til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík.

Arbeiðsmenn frá Kanjon er í løtuni ferð við at flyta ein stóran net-kaðal frá Føroya Tele, sum gongur beint ígjøgnum komandi byggiøkið norðanfyri Posthúsið, har stóra høllin til komandi mentanarhúsið skal liggja. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Tað kann væntast, at um eina viku ella so, verður byggiøkið avgirt. Tá verður parkeringøkið millum Posthúsið og Jacqson ikki tøkt, og bilar verða tí vístir til onnur støð í miðbýnum at parkera. 

Ósbjørn Jacobsen Arkitektar standa fyri verkætlanini, sum Kanjon er høvuðsarbeiðstakari fyri. 

Kostnaðurin er mettur til at verða 60 milliónir Gongur eftir vild, verður nýggja mentanarhúsið í Klaksvík liðugt at taka í nýtslu við ársenda 2022

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder