2020-06-25 20:32
Lendisgøturnar í kommununi hava ongantíð verið so nógv brúktar sum beint nú, og arbeiðið at fríðka um og víðka gøtukervið í kommununi heldur fram.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Í kvøld kom málið um gøtuna á út á Hvítasand á Boðanesi fyri á býráðsfundi, og farið verðu undir at gera lendisgøtuna, sum er partur av umfatandi frílendisætlanini fyri Boðanes-Hoydalar, sum varð einmælt samtykt í býráðnum 22. novembur 2017.
Gøtan er mett at kosta 350.000 krónur, sambært torshavn.fo.
Mynd: Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald