Innanlands

Gera pláss fyri fleiri á Herberginum

Góð tíðindi til hústøkufólk. Herbergi fær nú seks til átta sovipláss afturat

(Savnsmynd: KvF)

(Savnsmynd: KvF)

2023-09-28 11:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herbergi á Dalavegi 1 í Havn fer nú at víðka um sítt virksemi og fer at fáa seks til átta fleiri sovipláss.

Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, við Frihedsbrevet.fo í dag.

Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um hesi fólkini sum ikki hava eitt stað at sova um næturnar, og tí halda tey til í gamla kirkjugarðinum í Havn og sleppa sær annars inn í hjallar og kjallarar.

So seint sum í morgun greiddi løgreglan frá harðskapi millum hesi heimleysu. Stríð var um, hvør skuldu sleppa inn í eitt stað, har nøkur teirra hava sovið í nakrar nætur.

Les eisini: Hústøkufólk elva til trupulleikar í miðbýnum

- Hetta skuldi nøktað tørvin her og nú, men vit hava eisini tørv á at gera langtíðar loysnir, tí tað koma fleiri og fleiri ung aftrat á gøturnar, sigur Martin Kúrberg við Frihedsbrevet.fo.

Hetta merkir eisini at Herbergið skal hava tvær eyka náttarvaktir, og hesum fara tey nú at søkja eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder