Innanlands

Gerðarættarmálið um Glasir liðugt: Landsverk skal rinda TG-Verk 4,2 milliónir

Í Landsverk verður fegnast um hetta, tí TG-Verk kravdi Landsverk eftir 76 milliónum.

Landsverk sleppur undan einari risarokning fyri málið um Glasir, sum hevur koyrt við TG-Verk síðani 2016 (Mynd: landsverk.fo)

Landsverk sleppur undan einari risarokning fyri málið um Glasir, sum hevur koyrt við TG-Verk síðani 2016 (Mynd: landsverk.fo)

2020-11-12 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fýra ár hevur sakarmálið millum TG-Verk og Landsverk í Gerðarættinum í Keypmannahavn verið ávegis. Málið er stórt og fløkt, og kemst av ósemjum millum fyritøkurnar  í sambandi við byggingina av Glasir,  sum endaði við at TG-Verk fór av plássinum í september í 2016.

Tað var TG-Verk sum reisti málið í Gerðarættinum og stevndi Landsverk eftir 76 milliónir krónur, meðan Landsverk hinvegin kravdi TG-Verk eftir 80 miliónum krónum.

Nú er hamarin endliga fallin, og úrslitið í Gerðarættinum er, at Landsverk skal rinda TG-Verk 20,2 milliónir krónur, meðan TG-Verk skal rinda Landsverk 16,1 millión krónur. Harvið skal Landsverk rinda beint yvir fýra milliónir til TG Verk, og tað  verður seinasta rokningin, sum verður goldin í hesum málinum. Partarnir rinda í felag fyri dómsviðgerðina, meðan partarnir rinda hvør sær fyri egnar sakførarar, boðar Landsverk frá. 

- Vit fegnast um úrslitið, tí niðurstøðan staðfestir, at vit hava havt eina góða sak í ósemjuni við TG-Verk. Nú kunnu vit sleppa hesi verkætlanini, og lata tey ungu eiga handan fantastiska bygningin, sum kom burturúr, s sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk við heimasíðuna landsverk.fo

Stjórin á Landsverki vísir á, at málið um Glasir hevur havt stórar avleiðingar við sær fyri stovnin og onnur við. Hann fegnast um at Landsverk, við hesum úrslitinum, loksins kann savna seg um aðrar uppgávur enn byggiverkætlanina Glasir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder