Mentan

Gerhard Hansen 75 ár

--

2019-11-29 14:36 Author image
Innsent
placeholder

Góði Gerhard!

Tú vart borin í heim á heysti í 44 – og ikki uttan dramatikk, tí bretski pápi tín vísti seg at vera giftur heima í Onglandi.

Mamman og seinri stjúkpápin og onnur í familjuni vildu einki siga um viðurskiftini, og Ríkisumboðið spenti eisini bein, tá tú seinri royndi at fáa greiðu á øllum hesum.

Tú komst at liva í skugganum av hesum ikki-pápa, og tað var tungt. Tú vart næstan gamal maður, tá tú endiliga fanst hann; men tá var hann ikki á hesi fold longur.

Tú kundi valt at hingið fastur í øllum hesum sakninum og longslinum eftir pápa tínum; men av náði komst tú burtur úr hesum. Tú fanst ein annan ikki deyðan pápa í himli. Gjøgnum hann fekst tú náði til at smoyggja hina pápabyrðuna av tær.

Hevði tú ikki møtt tí náðini, so kundi alt hatta við ikki-pápanum fylt nógv alt lívið, og tú hevði neyvan verið so lurtandi og nærverandi, sum tú ert.

Tú fanst Klettin og hevur akkerini boraði langt niður í hann – hevði tú ikki tað, so vart tú kanska í heilum farin um koll og ikki staðið so stinnur.

Nógv hava roynt og onnur hava spent bein fyri tær; men av náði stendur tú.

Tú gjørdist fyrsti føroyski doktari í gudfrøði, og tað hevði kunnað verið ein freisting fyri teg at sagt, at nú hevði tú gjørt títt. Tú kundi eisini havt sagt, at nú visti tú so at siga at tað neyðuga innan hesa frøði, so nú var ikki neyðugt at nýta nógva tíð til bíbliulesnað og bøn.

Nú veit eg ikki, hvussu knøini hava tað; men eg havi kenslu av, at tú oftani ert í bøn, og at tú lesur nógv í Bíbliuni.

Við slíkum heiti var tað eisini freistandi at flúgva høgt yvir fólki og fæi.

Jú, jú, tú hevur høgt hugflog; men tú leggur ikki fráleika millum teg og onnur. Nei tú gert tær ómak at innstilla bylgjulongdina, so tú ert nær teimum, sum tú tosar við.

Vit hava eitt hugnaligt orð, sum eitur lættisoppakent, um tey sum ikki gera sær ómak og velja lættar loysnir í staðin.

Nei, tú ert ikki lættisoppakendur; men tú nýtir nógva tíð og orku at kann evni og at greiða frá teimum.

Tú ert ikki intellektuelt dovin men forvitin. Tú tveitir teg við orku yvir nýggj mál, og har eru komnar fleiri bøkur seinru árini.

Tú hevur í tíni skriving ikki verið bangin fyri at tala ”Roma” mitt ímóti, sjálvt um tað hevði verið lættari at valt ein lítlan umveg.

Tað var ikki fyri at taka tær av løttum og fyri at fáa tær og tínum eitt trygt lív, sum var drívandi kraftin aftan fyri gudfrøðiliga verkið. Nei, tað var og er kærleikin til Jesus og Bíbliuna, og tú stillaði teg í gapið við svørði í hond, og tú hevur fingið nógv toyggið.

Tú hevur havt ringa heilsu; men hóast tað hevur tú barst.

Takk at tú hevur tikið granskingarførleikan og gudfrøðiliga skynið úr skjáttuni og nýtt hetta til gagn fyri vanliga fólkið.

Tú koyrir ikki bert gamalt vín á nýggjar fløskur. Tú ert andaliga forvitin og spyrt Jesus, hvat Hann vil, at tú skalt gera

Tað er ein forrættur at fylgjast við tær og kenna Andans perlandi rennandi vatn fylla okkum.

Tú kundi nýtt aldurin sum umbering fyri ikki at knýta nýggj vinarbond.

Men tú hevur seinru árini knýtt nýggj sterk vinarbond til nógv fólk og eisini við tveir nýggjar ”leikbrøður”, Fríðtór og meg. Tað er stuttligt og hugnaligt at spæla við teg.

Fríðtór sendi mær nøkur stikkorð til hesa røðuna, og eitt av teimum var, at hjá Gerhard og Kirstin fært tú altíð eitt klemm.

Tit kundu eisini nýtt aldurin sum umbering fyri at vera dovin í kærleikanum – bæði tykkara millum og til onnur; men vi kenna tað øðrvísi. Tað kennist, sum um at tit hava sterk kærleiksbond tykkara milum, og sum at tit heldur ikkk hava gloymt erotikkin. Kærleikin til Jesus, Bíbliuna og til okkum rundanum, sýnist eisini at vera sterkur.

Takk at tú og tit bæði ikki eru dovin.

Kona tín, Kirstin, er stuttlig, pussig, fitt og livandi og als ikki dovin. Tit eru eitt fitt og hugnaligt par, sum ikki keða tykkum ella okkum.

Ja, Kirstin gevur framvegis bøkur út - skrivar og umsetur.

Í Danmark eitur eitt ÆldreSagen, og har kundu tit verið eitt flaggskip; men so skuldi rørslan itið okkurt meira ungt.

Hjartaliga til lukku við 75 ára degnum við vón um nógv góð og stuttlig spæliár framyvir frá leikbrøðrum tínum,

Fríðtór og Árna.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder