2020-09-05 14:02

Í morgin, sunnudagin 6. september, byrjar Gerhard Jónsson Mikkelsen, sóknarprestur í embætinum í Fuglafjarðar prestagjaldi, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.
Í hesum sambandi skipar dómprósturin nýggja sóknarprestin í embætið í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin klokkan 11.
Gerhard Jónsson Mikkelsen tekur við embætinum eftir Anne Mette Greve Klemensen, sum nú er sóknarprestur í Havnar kirkju.
Hann er kandidatur í guðfrøði frá Teologiska Fakultetinum í Keypmannahavn í 2014. Seinastu seks árini hevur hann verið sóknarprestur í Karlslunde Strandkirke í Keypmannahavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald