Mentan

Gev mær 10 kraftig og ein niðurdeil – Skjúrtan og terylenbuksurnar

Um klædnamóta í kappróðri

Á myndini síggja vit manningina á Royndini Fríðu úr Húsavík í 1953. Í terylenbuksum, hvítari skjúrtu og slipsi. Mynd: Alfred Gullbein.

Á myndini síggja vit manningina á Royndini Fríðu úr Húsavík í 1953. Í terylenbuksum, hvítari skjúrtu og slipsi. Mynd: Alfred Gullbein.

2018-07-25 10:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 1941 fóru onglendingar at framleiða polyesterfipur, sum seinni bleiv brúkt sum tilfar til buksur, betri kent undir navninum terylen.

Terylenbuksur vóru sunnudagsbuksur, og tað róðu fleiri manningar í á stevnum, serliga upp ígjøgnum fimmtiárini – og so í snøggari hvítari skjúrtu. Undir venjing var tó róð í vanligum arbeiðsbuksum, sokallaðum yviráls.

Tað sigst, at vestmenningar vóru so væl vandir við henda nýggja stevnumótan, at teir loystu bara tann ovasta skjúrtuknappin, tá ið teir róðu kapp, og knappaðu so aftur, tá ið róðurin var liðugur. Eyðsýnt góður stílur, og man fær varhugan av, at James Bond kundi verið hálvur vestmenningur fyri tann skyld.

- Ólavsøkuróðurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder