Innanlands

Áhugin at velja flokkin er minkaður

Vavið av listaatkvøðum er minkað munandi, síðan Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-06 20:19 Author image
valurslit.fo
placeholder

Ein listaatkvøða er, tá veljarin setur kross út fyri floksnavninum heldur enn einum av valevnunum á listanum.

Meðan veljarafjøldin í Føroyum er støðugt vaksin, so er parturin av veljarum, sum velja ein lista heldur enn einstakt valevni minkaður munandi.

Stóra broytingin hendir á løgtingsvalinum í 2008, sum var fyrsta løgtingsvalið við einum valdømi.

Fýra ár frammanundan vóru tað 4.140 fólk, ið valdu ein lista heldur enn eitt einstakt valevni. Í 2008 vóru tað 1.124 fólk, sum valdu ein lista.

Munurin var gott og væl 3.000 í einum høggi.

Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum á mest sum øllum valum – bæði løgtingsvali og fólkatingsvali – fær flestar listaatkvøður.

Á løgtingsvalinum í 2022 var býtið av listaatkvøðum hetta:

Fólkaflokkurin: 227 listaatkvøður (0,66 prosent)
Sambandsflokkurin: 404 listaatkvøður (1,18 prosent)
Javnaðarflokkurin: 364 listaatkvøður og (1,06 prosent)
Sjálvstýri: 52 listaatkvøður (0,15 prosent)
Tjóðveldi: 126 listaatkvøður (0,37 prosent)
Framsókn: 86 listaatkvøður (0,25 prosent)
Miðflokkurin: 136 listaatkvøður (0,40 prosent)

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder