
Eftir 35 ár í eldrarøktini í Vestmanna, hava Gurli Høgnesen og Elsa í Skálum valt at takka fyri seg.
Týsdagin var ein fráfaringarløta fyri teimum báðum á Grønanesheiminum, har familja og starvsfelagar vóru møtt upp til eina góða og hugnaliga løtu við røðum, sangi og køkum.
– Hetta hava verið nøkur ótrúliga góð ár, ið bæði hava verið gevandi, mennandi og spennandi. Umstøðurnar gjørdust serliga góðar at arbeiða undir, eftir at Grønanesheimið lat upp. Starvsfelagar, tey avvarðandi og tey eldru, øll hava gjørt sítt til, at eg havi trivist so væl, sigur Elsa í Skálum.
Gurli og Elsa hava boðað frá, at hóast tær nú gevast í føstum starvi eftir øll hesi ár, verða tær tøkar at taka onkra vakt av og á.
Vestmanna kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald