Mentan

Geytin 2024 verður latin fríggjakvøldið

Talan verður um eitt stórt føroyskt stuttfilmskvøld í Norðurlandahúsinum. Fimm føroysk filmsfólk eru tilnevnd til teir báðar heiðrarnar

Verturin fyri tiltakinum verður ein, ið vann báðar virðislønirnar í 2022 fyri “Sálarkvøl”. Talan er um Eir í Ólavsstovu

Verturin fyri tiltakinum verður ein, ið vann báðar virðislønirnar í 2022 fyri “Sálarkvøl”. Talan er um Eir í Ólavsstovu

2024-02-07 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit fara at borðreiða við einari spennandi filmsskrá, ið røkkur evnisliga víða. Víst verður alt frá føroyskum animatiónsfilmi, absurdum familjuveitslum, fordómum, strongdum par- og vinarløgum, sjálvmorði og sorg á filmsdúkinum í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið.

Soleiðis skriva fyrireikararnir til Geytan 2024. Talan verður um eitt stórt tiltak. Fyrstu ferð, Geytin var á skránni, var í 2012. 

Verturin verður ein, ið vann báðar virðislønirnar í 2022 fyri “Sálarkvøl”. Talan er um Eir í Ólavsstovu, sum er kend fyri at standa bæði aftan- og framman fyri upptøkutólið

Tvær virðislønir eru at vinna: Sjálvur Geytin á 40.000 krónur og sonevna Áskoðaravirðislønina á 30.000 krónur

Úrvalsnevndin hevur, eftir drúgva gjøgnumgongd av 11 filmum, valt at senda fimm stuttfilmar víðari í kappingini.

Hesi fimm eru tilnevnd til Geytan 2024: 
Andrias Høgenni við filminum, “Lið við lið”.
Brandur Teitsson við filminum, “Undir”-
Katrin Joensen-Næs við filminum, “SÆLA”
Terji Mohr við filminum, “Død af Grin”.
Tóki Jansson við filminum, “Óveruliga verðin hjá Aldu”

[object Object]
Geytin, sum hevur virði á 40.000 krónur 

Geytin 2024 verður í Høllini í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 9. februar. Tað byrjar klokkan 19.

Atgongumerki kunnu keypast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder