Gávugóðs til ungt listafólk úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum verður aftur á føðingardegi Thorvalds tann 8. februar - hesaferð í auluni á Frælsinum.
Árliga handanin av gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er til ungt listafólk, sum hevur víst serligt hegni.
Í tí sambandi verður bjóðað til alment hátíðarhald í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum hóskvøldið 8. februar klokkan 19:30.
Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er sambært grein tvey í viðtøkunum at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Ein trímannanevnd, mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, forfólkinum í Føroya Lærarafelagi og forfólkinum í Listafólkasambandi Føroya, stjórnar grunninum.
Í løtuni er nevndin henda: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi, og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.
Latið verður úr grunninum 8. februar, sum er føðingardagur Thorvalds. Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, og tað verður ikki latið eftir umsókn. Fyrstu ferð, at stuðul varð latin, var í 2001.
Tey, ið hava fingið gávugóðsið seinastu fimm árini, eru:
2023: Beinir Bergsson, yrkjari, 40.000 krónur
2022: Maria Guldbrandsø Tórgarð, filmslistakvinna, 35.000 kr.
2021: Alda Mohr Eyðunsdóttir, listakvinna, 35.000 kr.
2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundi, 35.000 kr.
2019: Lea Kampmann, tónleikari, 35.000 kr.
Listin yvir øll, ið hava fingið heiðurin, umframt viðtøkurnar, síggjast á setur.fo
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald