Innanlands

GHM og Glymur hava adventskonsert í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið

Tað er blivin fastur táttur, at orkestrið og kórið seta dám á adventina í Hoyvík.

Til konsertina í fjør (Mynd: Hoyvíkar Kirkja)

Til konsertina í fjør (Mynd: Hoyvíkar Kirkja)

2019-11-29 17:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú sunnukvøldið 1. desember, fyrsta sunnudag í advent, kl. 19.30 hava harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur adventskonsert saman í Hoyvíkar kirkju. Tað er triðja árið á rað at slík konsert er. 

Fyrireikararnir boðar frá, at orkestrið og kórið hava hvør sína skrá, og at enda framføra tey fýra sangir saman. Viðvíkjandi tónleikinum verður hann advents- og/ella jólakendur

Leiðari hjá kórinum Glymur er Hans Olivur Joensen. Leiðari hjá GHM er Johan Hentze

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder