
18. september innstillaðu kirkjuráðini í Glyvra prestagjaldi gudfrøðingin Gimma Olsen í kallið sum virkandi sóknarprest í prestagjaldinum. Tríggjar umsóknir komu til kallið.
Gimmi er ættaður úr Klaksvík og er doyptur Símun Pauli Olsen, og verður hann virkandi sóknarprestur í tíðarskeiðnum 1. november 2025 til 31. januar 2026.
Hóast Gimmi ikki er prestvígdur, hevur hann drúgvar royndir innan kirkjugátt. Hann hevur gjørt tænastu í Noregi sum vikarprestur. Tey mongu seinastu árini hevur Gimmi verið partur av og virkað í tøttum samstarvi við lutherskar kirkjur í Grønlandi, Noregi, Aserbadjan og Mali, skrivar Fólkakirkjan.
Í knapt átta ár hava hann og konan búð í Grønlandi. Gimmi hevur starvast á grønlendska Universitetinum, har hann undirvísti teimum komandi prestunum í grønlendsku fólkakirkjuni. Harafturat hevur hann granskað í praktiskum grønlendskum kirkjulívi, serliga innan diakoni.
Gimmi verður prestvígdur í Glyvra kirkju mikukvøldið 22. oktober klokkan 18. Undir somu gudstænastu skipar dómprósturin hann í kallið sum virkandi sóknarprestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald