Innanlands

Gist & Vist keypt kioskina hjá Astu

Nú skal kioskin á Vaglinum setast í stand

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-06 16:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eyðkenda kioskin á Vaglinum, nevnd Kioskin hjá Astu, sum seinastu tíðina hevur verið stongd, fær nú nýggjar eigarar. Tað veit Kringvarpið seinnapartin.

Gist & Vist samtakið hevur keypt kioskina, og hon skal nú setast í stand.

Asta er 87 ár og hevur staðið í kioskini síðani 1945.

- Vit hava keypt hana (kioskina, red.) tí vit ynskja at tryggja okkum at hon verður verandi. At hon framhaldandi verður tann býrarmyndin, sum hon er, sigur Anja Eydnudóttir, ein av leiðarunum í Smyrjibreyðsbúðini, við Kringvarpið.

Tað er ætlanin at Smyrjibreyðsbúðin skal reka kioskina. Ætlanin er at selja kioskvøru, men eisini at hava onkur borð og stólar uttanfyri. Miðað verður eftir at kioskin letur upp í november.

Hoyr innslagið á kvf.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder