placeholder
Innanlands

Gistingarhúsini høvdu munandi meira at gera í juli

Gongd kom á ferðavinnuna aftur tá Føroyar vórðu latnar upp - og føroyingar ferðaðust í egnum landi

Eitt av hotellunum, ið lótu upp í ár, Hotel Brandan, í mjørka (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eitt av hotellunum, ið lótu upp í ár, Hotel Brandan, í mjørka (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-28 13:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir nakrar sera slakar mánaðir undir koronakreppuni, upplivdu føroysku gistingarhúsini í juli aftur, at tað var úr at gera

Hagstovan hevur dagført hagtølini fyri gistingar í juli, og tey vísa, at persóngistinæturnar øktust frá 4.523 í juni og upp í 21.026 í juli mánaði. Tað svarar til, at nýtslustigið kom upp á næstan 72 prosent í hásummarmánaðinum.

Hetta er eitt vet lægri enn árini frammanundan, tá nýtslustigið hevur ligið upp móti 90 prosentum í juli. Í fjør vóru 24.976 og í 2018 vóru 23.182 gistingar í juli.

Nógv flest gestir á gistingarhúsunum í juli vóru danir, næstan 13.000 gistinætur. Næstflest vóru føroyingar, góðar 4.000 gistinætur.

Ferðaðust í egnum landi
Hagtølini vísa eisini, at yvir 3.000 gistinætur vórðu skrásettar í íbúðum ella húsum. Av teimum var meginparturin, næstan 2.600, føroyingar.

Hetta vísir, at føroyingar í rættiliga stóran mun leigaðu sær summarhús at ferðast í í juli mánaði, tí í juli í fjør gistu føroyingar í 1.350 nætur í íbúðum og húsum í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder