Føroysku hotellini og gistingarhúsini høvdu 26.825 gistingarnar teir fyrstu seks mánaðirnar í ár. Hetta er 60.883 gistingar færri enn sama tíðarskeið í fjør. Koronarakta fyrra hálvárið í ár rakti sostatt bert upp á góð 30 prosent.
Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni, sum hevur dagført føroysku gistingartølini fram til og við juni mánaða.
Tølini vísa, sum vera mann, at alt virksemið á gistingarstøðunum so at siga støðgaði, tá koronasmittan legði landið lamið.
Fyrstu tveir mánaðirnir í ár vóru á nøkulunda sama støði sum í fjør, januar mánaði nakað lakari og februar nakað betri.
Síðan hava tølini bert verið brøkpartur av tí, sum var í fjør.
Í apríl var heilt galið. Talið av gistingum var 1.430 ímóti oman fyri 16.000 í fjør. Síðan batnaðu tølini nakað í takt við at føroyingar fóru at ferðast í egnum landi, men gistingarnar vóru tó langt frá tølunum í fjør.
Hesar eru gistingarnar (2019 í klombrum):
Januar: 4.943 (5.802)
Februar: 6.692 (6.465)
Mars: 4.625 (10.376)
Apríl: 1.430 (16.002)
Mai: 3.437 (20.449)
Juni: 5.698 (28.564)
Tølini eru ’persónsgistinætur’, altso hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.
Hagstovan vísir eisini hvussu hotellini hava verið útnyttað í kun til kapasitetin. Vanliga liggur nýtslustigið upp móti ella beint oman fyri 90 prosent í summarmánaðunum.
Í ár hevur nýtslustigið í mun til samlaða talið av kømurum verið hetta (2019 í klombrum):
Januar: 25,3% (27,9%)
Februar: 33,1% (29,0%)
Mars: 24,5% (44,4%)
Apríl: 8,2% (57,4%)
Mai: 16,9% (75,0%)
Juni: 25,6% (85,7%)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald