2025-07-19 22:15

Nets hevur í kvøld havt stórar trupulleikar við at tað ikki riggar at gjalda við korti. Hetta var í fleiri tímar.
Nú riggar aftur, men tað kann væntast at trupulleikar eru í onkrum støðum, sigur Nets.
Trupulleikar hava verið í øllum norðanlondum og hava eisini rakt Føroyar. Eitt nú á G! festivalinum vóru gløsini hjá teimum flestu tóm eina løtu, áðrenn tað bar til at flyta pening umvegis netbankan - so tostin kundi sløkkjast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald