Innanlands

Gjaldstovan nú á Vanganum

Gjaldstovan er farin á Vangan, og har eru allar lønarupplýsingar savnaðar á einum stað

2025-08-28 18:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú kunnu starvsfólk hjá landinum og eldrasamstørvum fáa eitt greiðari yvirlit yvir lønina. Gjaldstovan er nevniliga farin á Vangan, og har eru allar lønarupplýsingar savnaðar á einum stað, skriva Talgildu Føroyar í tíðindaskrivi.

Á Vanganum ber til at síggja:

  • Skjótt yvirlit yvir seinastu lønir
  • Yvirlit yvir ta løn, tú hevur fingið frá almennum stovnum og eldrasamstørvum
  • Upplýsingar um setan, sáttmála, lønarstig, fakfelag, feriu og annað
  • Árligu útgjøldini, har tú eisini kanst bera tey saman ár fyri ár
  • Útgjøldini mánað fyri mánað, savnað í einum yvirliti.

Tænastan verður dagførd sjálvvirkandi, so starvsfólk altíð hava atgongd til nýggjastu lønartølini.

Við lønartænastuni leggur Gjaldstovan seg aftrat øllum hinum tænastunum á Vanganum. Endamálið er at savna upplýsingar og sjálvgreiðslur á einum stað, so tað gerst bæði lættari og tryggari hjá fólki at finna tað, tey hava tørv á.

– Hetta er eisini serliga gleðiligt fyri okkum í Talgildu Føroyum, tí Gjaldstovan, sum vit eru partur av, er vorðin ein virkin partur av Vanganum. Á Vanganum verða tænastur og upplýsingar gjørdar atkomuligar og brúkaravinarligar hjá fólki. Hetta er sjálvt endamálið við Vanganum, at savna tænastur á einum stað og gera gerandisdagin einfaldari. Næsta stig hjá Gjaldstovuni verður at menna sjálvgreiðslur, sum starvsfólk hjá landinum kunnu brúka í framtíðini.

– Gjaldstovan rindar hvønn mánað løn til umleið 10.000 alment lønt starvsfólk, eftir 32 ymiskum sáttmálum. Tað setur stór krøv til lønarskipanina, sum tí bæði er stór og fjøltáttað skipan. Við nýggju tænastuni gerst tað bæði lættari og tryggari hjá starvsfólkunum at fylgja við í sínum setanartreytum. Samstundis styrkist álitið á tær dátur, sum almenni geirin umsitur, skrivar Talgildu Føroyar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder