Innanlands

Glasir: Fjarundirvísing fram til summarferiuna

Næmingar ið eru í endaárganginum kunnu tó fáa nakað av undirvísing, um fjarundirvísing ikki er møgulig. Yrkisútbúgvingarnar fóru í gongd aftur mánadagin

2020-04-22 10:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undirvísingin á Glasi heldur fram sum fjarundirvísing restina av árinum, bert við tveimum undantøkum. 

Hetta veit Kringvarpið at siga í morgun.

Í skrivi sum næmingar og starvsfólk á Glasi hava fingið stendur, at fjarundirvísinging heldur fram restina av skúlaárinum, men at tey sum ganga í 3.g og á øðrum árið á HF kunnu kunnu fáa ávísa undirvísing, har tað

Eisini eru yrkisútbúgvingarnar, undantikið frisørútbúgvingin, eitt undantak. Har byrjaði undirvísingin mánadagin, 20. apríl. Tó eru ymisk frávik í tí undirvísingini, skrivar kvf.fo.

Tað eru tey, sum skulu enda sína miðnámsútvúgving, sum í høvuðsheitinum verða raðfest fram til seinasta undirvísingardag, 15. mai. Hetta boðar Glasir eisini frá.

Tey sum ganga í 3.g skulu til tvær próvtøkur - tey á fyrireikingarbreyt skulu til fýra. Hetta tók Mentamálaráðið avgerð um í seinastu viku

Les eisini: Próvtøkur á miðnámi: 3-árs næmingar á øllum breytum skulu til tvær próvtøkur

Í tíðarskeiðnum frá 18. mai til 5. juni verður undirvísing á Glasi fyri 1. og 2. árs næmingar raðfest. Tey skulu ikki til nakað próvtøku. 

Í beint yvir fimm vikur hevur undirvísngin á Glasi og á hinum miðnámsskúlunum kring landið verið skipað sum fjarundirvísing. 


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder