Mentamálaráðið kunngjørdi í gjár, hvussu próvtøkurnar á miðnáms- og yrkisskúlunum verða skipaðar í summar.
Síðani tíðindafundirnar áðrenn páskir hevur millum annað verið bíðað eftir hesum. Eingin vanlig undirvísing hevur verið seinasta stóra mánaðin
Jenis á Rana, landstýrismaður, hevur tikið avgerð um, hvussu tað skal skipast. Mentamálráðið tekur soleiðis saman um á heimasíðu sínari viðvíkjandi miðnámsútbúgvingunum:
- Í høvuðsheitum merkja broytingarnar, at 3. árs næmingar á øllum breytum skulu til tvær próvtøkur, 2. árs næmingar á Fyrireikingarbreytini skulu til fýra próvtøkur, og næmingarnir í 1. og 2. s skulu ikki til próvtøku í summar
Annars eru ársmetini galdandi. Tey verða kunngjørd 15. mai, ið er seinasti undirvísingardagur hjá endaflokkunum. Próvtøkuætlanin verður eisini kunngjørd hendan dagin.
Sí yvirlit:
Gymnasialt miðnám |
Skrivligar próvtøkur |
Munnligar próvtøkur |
Próvtøkur tilsamans |
3. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK |
Øll skulu til próvtøku í føroyskum.
|
Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingarlistanum. |
Tvær: ein skrivlig og ein munnlig. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
2. árs næmingar á FYR |
Tvær lærugreinar. Øll skulu til próvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingar- listanum. |
Tvær lærugreinar. Øll skulu til próvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingar-listanum. |
Fýra: tvær skrivligar og tvær munnligar Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtøl. |
1. og 2. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK |
|
|
Eingin. Í lærugreinum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal.
|
1.árs næmingar á FYR |
|
|
Eingin. Í lærugreinum, sum enda í ár, verða ársmet givin sum próvtøl.
|
Næmingar, sum taka útbúgvingina yvir fleiri ár, og eru á næstsíðsta ella síðsta ári. |
Til próvtøku í føroyskum, um tey enda hesa lærugreinina í ár. |
Serstøk próvtøkuætlan. |
Serstøk próvtøkuætlan. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
Stakgreinalesandi |
|
|
Í mesta lagi fýra próvtøkur. Miðað verður eftir, at tvær eru skrivligar og tvær munnligar. Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtøl.
|
Sjálvlesandi |
|
|
Til próvtøku í øllum lærugreinum. Onkur próvtøka kann verða flutt til sjúkrapróvtøku-skeiðið. |
Næmingar, sum eru frítiknir fyri próvtøku í føroyskum, vegna fremmandmálsligt bakstøði |
Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein. Miðað verður eftir, at hetta verður ein mállærugrein, t.d. enskt. |
Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingar-listanum. |
Tvær: ein skrivlig og ein munnlig. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
Mentamálaráðið skrivar eisini, at serstøk próvtøkuætlan verður gjørd fyri næmingar, sum taka trý-ára útbúgving yvir fýra ár og fyri teir næmingar, sum taka útbúgvingina eftir serligari skipan.
Undirvísingin hjá næmingunum í 1. og 2. s umframt 1. árs næmingunum á fyrireikingarbreytini heldur fram eftir 15. mai, og ársmet verða givin seinasta skúladag, sum er 5. juni.
Tey ið eru í endárgangunum hava seinastu tíðina havt fjarundirvísing, eins og hini. Ein kanning hjá næmingaráðnum á Glasi vísir, at beint yvir tríggir fjórðingar (76 prosent) av teimum 244 ið hava svarað, ikki fáa eins nógv burturúr sum til vanligu undirvísingina. Hetta skrivar in.fo. 88 prosent av teimum siga seg verða ótryggar við at fara upp í próvtøku, um verandi undirvísingarleistur heldur fram komandi mánaðan.
Frá mánadegnum av skulu næmingar í endaárgangnum á Miðnámi møta til avmarkaða undirvísing.
Yrkisútbúgvingar
Skúlagongdin hjá næmingum á yrkisútbúgvingunum byrjar aftur 20. apríl. Hædd verður tikin fyri tilmælunum hjá heilsumynduleikunum, og undirvísingin verður skipað sambært hesum.
Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:
Yrkisnám |
Almennar lærugreinar |
Yrkislærugreinar |
Bil, El, Maskin, Smiðja, Timbur, Hárfríðkan og Matvøra |
Skúlin skipar sjálvur fyri innanhýsis próvtøkum í lærugreinum á D-, E- og F-stigi |
Skúlin skipar próvtøkurnar í samráð við Yrkisdepilin. |
Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið (FHS) |
Næmingarnir fara til eina próvtøku sambært raðfestingar-listanum. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
Næmingarnir fara til próvtøku í føstu verkætlanini. |
Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið Stakgreinalesandi (lærlingar) |
Næmingarnir fara til eina próvtøku sambært raðfestingarlistanum. Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtal. |
Skúlin skipar hendan partin í samráð við Yrkisdepilin. |
Klædnaatstøðingur og Tilvirkisatstøðingur |
Skúlin skipar saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum. |
Skúlin skipar próvtøkurnar í samráð við Yrkisdepilin. |
Broytingarnar í próvtøkunum á miðnáms- og yrkisskúlunum líkjast teimum broytingunum, sum eru gjørdar í Danmark. Hetta hevur við sær, at einki verður broytt í mun til upptøku av føroyskum næmingum á donskum útbúgvingarstovnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald