Í dag, mánadagin 15. apríl, letur go-kart breytin á Skarðshjalla í Havn upp í nýggjum sniði. Hetta er eisini byrjanin uppá eitt nýtt kappingarár í árligu Hey go-kart kappingini.
Hvørt ár verður go-kart breytin pilkað sundur og sett saman av nýggjum fyri at geva teimum, ið koyra javnan, nýggjar avbjóðingar. Ymsir persónar sniðgeva breytina hvørt ár, og vanliga eru tað fólk, sum koyra nógv. Á nýggju breytini er longri millum svingini, so tað verður meira ferð á komandi árið, sigur Agnar Dahl, sum stendur fyri go-kart koyringini á Skarðshjalla.
Skjótasta rundan
Árliga Hey kappingin verður skotin í gongd samstundis, sum nýggja go-kart breytin letur upp. Øll, sum koyra, eru við í kappingini, men avgerandi fyri at koma víðari er tann skjótasta rundan.
Tveir teir skjótastu go-kart førararnir í hvørjum mánað kvalifisera seg til eina finalu, ið verður tann 29. september. Har verður ársins go-kart meistari funnin, og umframt heiðurin fær viðkomandi eitt gávukort frá Hey á 5000 kr.
- Hey kappingin riggaði øgiliga væl í fjør, sigur Agnar. Støðið var høgt, tí tað vóru bara tey skjótastu, sum vóru við. Øll koyrdu skjótt og uttan feilir. So vit gleða okkum til at skjóta kappingina í gongd aftur.
Afturat Hey kappingini eru ymsar aðrar kappingar – eitt nú ein firmakapping í mai mánað, mini Le Mans fyrst í juni mánað og okkara meistaraheiti, sum er ein nýggj kapping við 14 kappingum í 7 umførum. Harafturat er go-kart breytin partur av átakinum Hey Mánadagur, har fartelefon kundar hjá Hey kunnu bjóða einum vini við og koyra fyri hálvan prís hvønn mánadag.
- Hey
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald