Innanlands

Góð 55.600 fólk búðu í Føroyum 1. september

Nærum 900 fólkløgdust afturat seinasta árið. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani.

Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar kommunu (Savnsmynd: Hagstovan)

Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar kommunu (Savnsmynd: Hagstovan)

2026-10-12 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. september búðu 55.640 fólk í Føroyum. Tað eru 894 fólk - ella 1,6 prosent - fleiri enn 1. september árið fyri. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani, skrivar Hagstovan.

Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini, sum er nærum seksfaldað í mun til undanfarna tíðarskeið.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - og burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð.

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einari nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting -  á 699 fólk, og einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 195 fólk.

Burðaravlopið broyttist ikki stórvegis, men so var ikki við nettoflytingini. Hon var nærum seks ferðir størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Broytingin í nettoflytingini stavar bæði frá, at færri fluttu úr Føroyum, og at fleiri fluttu til Føroya, skrivar Hagstovan.

Vaks mest í høvuðsstaðnum
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr.

Av bygdunum í Tórshavnar kommunu vaks fólkatalið lutfalsliga nógv á Argjum við 191 fólkum – ella 7,5 prosentum. Hinvegin minkaði fólkatalið lutfalsliga nógv á Hvítanesi við 16 fólkum - næstan 15 prosent.

Næststørsti fólkavøkstur var í Runavíkar kommunu, har fólkatalið vaks við 160 fólkum, svarandi til 3,6 prosent.

Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Klaksvíkar, Sjóvar og Sunda kommuna.

Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyra kommunu við 29 fólkum – ella 1,7 prosentum.

Av bygdunum í Tvøroyra kommunu sæst ein lutfalsliga stór minking í Ørðavíkslíð við 10 fólkum, ella 18,2 prosentum. og í Trongisvági við 14 fólkum, sum er 2,7 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder