Í juni vórðu góðar 840 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Tað eru 13 milliónir ella 1,5 prosent meira enn sama mánað í fjør, tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Síðani landið fór niður í ferð, er tað mai mánaður, ið brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars mánað vóru útgoldnu lønirnar og metingin nærum tað sama.
Um gongin í lønargjaldingum var óbroytt kundi væntast, at slakar 890 milliónir krónur vórðu útgoldnar í juni. Tað er ein munur á 5,3 prosent í mun til tað sum varð útgoldið. Í mai var munurin 9,1 prosent.
Juni mánaði hilnaðist sostatt betri enn mai, um lønargjaldingarnar í hesum báðum mánaðum verður samanborið við væntaðu gongdina undan koronu.
Tað er serliga privatu tænastuvinnurnar, ið bróta frá væntaðu gongdini. Í privatu tænastuvinnunum vórðu útgoldnar 253 milliónir krónur í juni, tað er 23 milliónir ella 9,1 prosent minni enn væntaðu gongdina undan koronu. Í mai var munurin 16 prosent. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í stóran mun væntaðu gongdini.
Kelda: hagstova.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald