Skúlablaðið: 30. juli í ár vóru 70 ár síðan, Bókadeild Føroya Lærarafelags var sett á stovn. Hetta var hátíðarhildið á altjóða læraradegnum við tiltaki í stásiligu og søguligu Kommunuskúlahøllini, nú Finsen, við fyrilestrum, upplestri úr barna- og ungdómsbókum og avdúking av nýggju Barna- og ungdómsbókavirðisløn Føroya Lærarafelags.
Tað var tíðliga, at lærarafólk høvdu eina ætlan um at geva út bøkur á føroyskum til børn og ung. Ætlanin fekk góðan byr í 1950, tá ið Jákup M. Kjeld legði fram uppskot fyri aðalfundin hjá Lærarafelagnum, at felagið skuldi geva bøkur út, tí tað vóru so fáar bøkur til børn á føroyskum. Sama vetur gav Lærarafelagið fyrsta árgang av Míni jólabók út.
Á aðalfundinum í 1955 helt Poul E. Petersen, sum tá var formaður í felagnum, at best var, um felagið hevði eina bókadeild, sum fíggjarliga bera seg, og á aðalfundinum 30. juli í 1956 varð samtykt at stovna Bókadeild Føroya Lærarafelags. Tá var eisini samtykt, at felagið skuldi seta pengar av til bókaútgávu, sum ráðini vóru, og søkja Løgtingið um árligan stuðul til bókaútgávu.
Fyrsta árið eftir, at Bókadeildin var stovnað, komu tvær bøkur út, Nanokkur, sum Jóhannes Enni hevði týtt úr donskum, og Mín jólabók. Fyrsta upprunaføroyska bókin var útgivin í 1962, tað var Klokkan ringir, ið er søgusavn eftir Martin Joensen. 1958 var eisini eitt serstakt útgávuár, tá tær 12 glæstribøkurnar vóru útgivnar. Hetta var eitt stórt fíggjarligt tak hjá felagnum, og hesar stásiligu bøkurnar fingu góða undirtøku.
Fyrstu árini vóru nakrar bøkur givnar út hvørt ár, men talið vaks munandi, eftir at Ingrið Sondum var sett í starv sum dagligur leiðari á Bókadeildini í 1985. Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags varð skipaður árið eftir. Foreldur hava tikið væl undir við bókaklubbanum; sølan gjøgnum bókaklubban hevur verið ein fíggjarlig grundsúla øll árini. Í dag heldur bókadeildin til í húsunum hjá Lærarafelagnum, og við inntøkum frá bókasøluni og stuðlinum frá Løgtinginum ber til at geva út um 80 bøkur til børn og ung hvørt ár.
Barna- og ungdómsbøkurnar og barnabløðini, ið Bókadeildin hevur givið út, hava eitt ovurstórt virði fyri føroyska samfelagið og føroyska málið. Bøkurnar eru úrslit av slóðbrótandi arbeiði hjá bókmentaligum nevndum, leiðslum og ritstjórum á Bókadeildini, og ikki minni rithøvundum, týðarum, myndprýðarum og øðrum. Uttan hesi áttu vit ikki allar tær góðu søgurnar. Fyri at fagna barna- og ungdómsbókmentum og virðismeta týðandi arbeiðið at gera føroyskar bøkur til børn og ung, hevur Lærarafelagið, saman við góðum stuðlum, sett Barna- og ungdómsbókavirðisløn Føroya Lærarafelags á stovn í sambandi við 70 ára stovningardagin. Virðislønin verður latin einum rithøvundi, týðara, myndprýðara ella øðrum, sum hevur gjørt eitt serstakt arbeiði fyri barna- og ungdómsbókmentir.
Nú Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur sjeyti ár á baki, kunnu vit gleðast um allar útgávurnar. Hetta er eitt úrslit av einum ynski hjá eldhugaðum og framtakssinnaðum lærarafólkum, at børn og ung kundu lesa bøkur á føroyskum. Hvønn týdning hetta hevur havt fyri okkum, sum eru vaksin upp við bókunum, og fyri føroyska málið, kunnu vit røða leingi um.
Bókadeild Føroya Lærarafelags er trygd fyri, at vit hava so frægt av bókum og lesitilfari á føroyskum til børn og ung. Tað er eingin sjálvfylgja, at Bókadeildin er ment hesi 70 árini, so hon í dag er eitt væl skipað barna- og ungdómsbókaforlag. Tað eru bara vit í Føroyum, sum geva bøkur út á føroyskum. Nú liggur ein stór ábyrgd á okkum, tí týdningurin at fáa bøkur og lesitilfar á føroyskum til børn og ung er framvegis stórur, um ikki størri.
Oddagrein í Skúlablað nr 5, 2026 - Jacob Eli S. Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald