Innanlands

Góður áhugi at velja í dag

Flestu støð boða frá minst líka stórum áhuga – helst størri

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-12 13:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast veðrið ikki hevur verið tað besta nógva staðni í dag, so var góður áhugi at velja teir fyrstu tveir tímarnar eftir at valstøðini lótu upp klokkan 10.

Í gjøgnumgongdini, sum útvarpið hjá Kringvarpinum hevði á døgurða, var í flestu støðum minst líka stórur áhugi nú at velja, sum tað var fyri fýra árum síðani. Á fleiri støðum var áhugin størri.

Í Trongisvági høvdu heili 24,2 prosent verið á vali klokkan 12, og hetta minnir á seinastu tvey valini, upplýsti valstýrisformaðurin har. Í øllum tølunum eru brævatkvøðurnar taldar við, og í Trongisvági telja brævatkvøðurnar 13 prosent, varð upplýst.

Í Runavík var valluttøkan 14 prosent, á Skála 16, í Gøtu eisini 16 prosent og í Leirvík 14. Í Fuglafirði høvdu 15 prosent verið á vali á middegi, og í Sunda kommunu, har tað eru heili seks valstøð, var samlaða valluttøkan 17 prosent.

Í Nes kommunu var hon 16,2 prossent, og á Eiði 19 prosent.

Á nýggja valstaðnum í Hoyvíkshøllini var minsta valuttøkan, tí har lá hon u 10 prosent, sum er nógv minni enn á valstaðnum í Ítróttahøllini á Hálsi, har valluttøkan nærkaðist teimum 20 prosentunum á middegi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder