Eftir fleiri mánaðir við afturgongd, tykist tað nú at ganga fram á aftur hjá tveimum av flokkunum í donsku stjórnini, Javnaðarflokkinum og Moderaterne.
Tað vísir ein nýgg veljarakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2. Gott túsund danskir veljarar vórðu spurdir fyrr í hesi vikuni.
Danski javnaðarflokkurin við Mette Frederiksen á odda, stendur nú til at fáa 22,7 prosent av atkvøðunum, og 41 sessir á fólkatingi. Hetta eru níggju sessir fleiri enn í seinastu kanning fyrst í desember, tá javnaðarflokkurin stóð til at fáa 32 tingfólk.
Í teirri kanningini lógu Moderaterne hjá Lars Løkke Rasmussen ræðandi nær við ikki at sleppa upp um tinggáttina við 2,2 prosentum at atkvøðunum. Men nú sær flokkurin út til at vera sloppin úr tí vandanum.
Í nýggju kanningini stenda Moderaterne at fáa 6,4 prosent av atkvøðunum og 12 fólkatingslimir, og tað er ein framgongd á átta fólk í mun til seinastu kanning.
Hesir báðir flokkarnir standa tó til at fáa eina afturgongd í mun til seinasta fólkatingsvalið. Afturgongdin er ávikavist 4,8 og 2,9 prosentstig.
Triði flokkurin í donsku stjórnini, Venstre, stendur til at ganga aftur í nýggjastu kanningini. Borgarligi flokkurin tódnar við fimm sessum við 10,1 prosentum av atkvøðunum í kanningini.
SF er næststørsti flokkur í kanningini. Flokkurin gongur fram við 6 prosentstigum og fær 14,8 prosent. Triðstørstur er Liberal Alliance við 11,9 prosentum.
Fólkatingsval skal vera í seinasta lagið 1. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald