Innanlands

Gongur framvegis ongan veg við seming

Semingsstovnurin gevst við royndunum at fáa sjúkrarøktafrøðingarnar og lønardeildina at semjast

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-11-04 20:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast áheitan frá politiska myndugleikanum um at fara til samráðingarborðið aftur, vil eingin geva seg. Semingsstovnurin gav í gjárkvøldið pørtunum ymiskar orðingar í einum møguligum sáttmála, sum tey skuldu svara á middegi.

Men svarini sum komu frá pørtunum góvu ikki grundarlag fyri nøkrum semingsuppskoti, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

Undantøkini sum Sjúkrahúsverkið hevur biðið um eru longd til klokkan 15 í morgin.

Verkfallið hevur nú vart í meira enn tvær vikur. Fyrstu sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall mánamorgunin, 19. oktober.

Og fyribils bendir einki á, at tað fer at enda í bræði. Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið, at Semingsstovnurin ikki ger meira, uttan so at partarnir heita teir um at koma upp í samráðingarnar aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder