Uttanlands

Gongur rætta vegin í Svøríki

Sjúkan hevur ikki tikið seg uppaftur hjá okkum, sum hon hevur í nógvum øðrum londum, sigur statssmittuserfrøðingurin í Svøríki, sum hevur valt eina meira lagaliga strategi

Anders Tegnell, statssmittuserfrøðingur í Svøríki (Savnsmynd)

Anders Tegnell, statssmittuserfrøðingur í Svøríki (Savnsmynd)

2020-09-16 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri evropeisk lond uppliva í hesum døgum eina øking í talinum á nýggjum smittutilburðum. Í Svøríki, sum áður hevur verið hart rakt av koronafarsóttini, tykist tað tó at ganga rætta vegin.

Seinastu tvær vikurnar hevur Svøríki skrásett 22,2 tilburðir per 100.000 íbúgvar. Tað er minni enn Danmark og Noreg, sum í sama tíðarskeiði hava skrásett ávikavíst 48,5 og 28,4 tilburðir per 100.000 íbúgvar.

Tá hugt verður at hesum tølunum, skal mann tó hava í huga, at londini ikki hava somu kanningarstrategi.

Í fleiri suðurevropeiskum londum er talið á nýggjum smittutilburðum nógv hægri enn í okkara grannalondum.

Spania hevur skrásett 279 tilburðir per 100.000 íbúgvar seinastu tvær vikurnar, og í Fraklandi, Kekkia og Malta liggur talið eisini omanfyri 100, skrivar Ritzau.

Statssmittuserfrøðingurin í Svøríki, Anders Tegnell sigur, at svenska koronastrategiin, sum hevur verið nógv umrødd, sær út til at rigga.

Í mun til onnur lond hevur Svøríki ikki verið afturlatið. Øll ung undir 16 ár hava gingið í skúla undir koronakreppuni, og matstovur og skeinkistøð hava heldur ikki verið stongd. Myndugleikarnir í Svøríki hava heldur ikki mælt fólkið til at brúka masku.

– Sjúkan hevur ikki tikið seg uppaftur hjá okkum, sum hon hevur í nógvum øðrum londum. Til endans fara vit at síggja, hvat tað merkir at hava eina meira burðardygga strategi, sum mann kann brúka í longri tíð í staðin fyri eina, har man letur aftur, letur upp og letur aftur og umaftur og umaftur, sigur Anders Tegnell.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder