Tað var beint eftir midnátt 28. februar í ár, at stórur eldur birtist í samkomubygninginum hjá City Church. Skaðin var sera umfatandi, men lukkutíð stóðst ongin mannaskaði av hendingini.
Vit hava tosað við Tom Jacobsen, pastor í City Church, ið greitt kann staðfesta, at tað tekur tíð at koma á mál, eftir slíkan skaða.
Tað tekur tíð
- Tá slikt hendur, so er ymiskt sum fer í gongd. Til dømis byrjar tilgongdin við trygging og skaðauppgerð. Enn eru vit ikki komin á mál við hesum, men vóna at fáa hetta avgreitt skjótast gjørligt, sigur Tom Jacobsen við Portalin.
Tað er ongin loyna, at bygningurin nokk aldrin verður presist hin sami, sum áðrenn skaðan. Um hetta sigur Tom, at tey hava eisini verið í samband við Tórshavnar kommunu, og tingast um hvat tey í City Church ynskja, tá tey byggja uppaftur.
Tað er torført at siga, at nær tey í City Church sleppa inn í nýggja salin, tá tey ikki eru komin so langt í tilgongdini.
- Tað eru nógv ting, ið mugu koma uppá pláss, áðrenn vit kunnu fara at tosa um eina tíðarrammu. Tó ynskja vit sjálvandi, at tað skal vera so skjótt sum til ber, sigur ein optimistiskur Tom Jacobsen.
Mynd frá februar, tá eldurin, sum kom í samkomubygningin hjá City Church, var sløktur (Mynd: Sverri Egholm)
Virksemið er nú í Reinsarínum og í Perluni
Stutt eftir at eldur kom í, fór leiðslan í City Church á fund við Tórshavnar kommunu. Her siga tey seg bara hava møtt vælvild.
- Tey bjóðaðu okkum at vera í Reinsarínum og í Perluni, og har húsast vit so nú. Sjálvandi mugu vit tillaga okkum, tá so nógv ymiskt virksemi er. Hetta tekur eisini tíð, men vit meta, at hetta er um at koma uppá pláss.
Tað mesta av virkseminum hjá City Church er nú flutt til sunnudag og higartil, í staðin fyri at bjóða til eina ókeypis máltíð, hava tey givið mat út til tey, ið hava tørv á tí.
- Samkoman er ikki bygningurin
Tá vit spyrja Tom, um tey í City Church eru bjartskygd, hóast slíkan vátan vøtt á vangan, so er hann ikki í iva.
- Tað var als ikki í okkara tonkum, at slíkt kundi henda. Vit standa so her við hesari avbjóðingini, og eg má siga, at fólk í City Church hava verið sera bjartskygd og jalig. Samkoman er jú ikki bygningurin og virksemið hjá City Church steðgar ikki upp, sjálvt um bygningurin ikki er har beint nú. Okkara endamál er akkurát tað sama sum áðrenn, sigur Tom Jacobsen.
Hann leggur afturat, at hóast tey ikki hava eitt stað at savnast í løtuni, so hava tey sæð týdningin av hesum, og gleða teg seg tí til at slepp inn aftur í teirra bygning.
Soleiðis sá salurin í City Church annars út, her í 2020 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Farephoto)
Tá vit spyrja Tom um framtíðarætlanir viðvíkjandi uppafturbygging av samkomubygninginum, sigur hann, at bygningurin má rúma teirra virksemi. Tónleikur og máltíðir fylla nógv í virkseminum, so hetta hevur høga raðfesting hjá City Church.
- Eisini ynskja vit ein bygning, sum er atkomiligur fyri øll, so vit mugu hava lyftu, vesi til rørslutarnað og eisin mugu onnur viðurskifti uppá pláss, fyri at gera hetta gjørligt, sigur Tom Jacobsen, pastorur í City Church, at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald