Innanlands

Gongur striltið við at koppseta

166 fólk vórðu koppsett í gjár. Beint yvir helmingurin av fólkatalinum er liðugt koppsettir og næstan tveir triðingar hava fingið fyrra prikið. Heilsumyndugleikar royna nú á sín hátt at eggja fólki til at koppseta seg áðrenn ólavsøku; m.a við at tað kann "bjarga ólavsøkuni" fyri summi

"Koppseting kann bjarga ólavsøkuni" verður víst á í dag - júst hvussu er meira ógreitt (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-23 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv koppingarevni er komið til Føroya í juli mánaða, men talið av koppsetingum veksur ikki við stórari ferð.

Í gjár vórðu 166 koppsetingar gjørdar, og harvið eru 61.717 gjørdar samanlagt Hetta vísa nýggjastu tølini á corona.fo.

34.256 fólk - tað svarar til beint yvir 64 prosent av íbugvunum - hava fingið fyrra prikið. 50,5 prosent av fólkatalinum eru liðug koppsett. Hetta eru 27.461 fólk.

Heilsumyndugleikar leggja eitt ávíst trýst á

Seinastu tíðina hava koppsetingarbólkurin og heilsumyndugleikarnir sum heild stríðst við at fáa kunning út, um hví tað er so umráðandi, at fleiri lata seg koppseta fyri koronu. Hetta er tó ikki eydnast heilt - tó eydnaðist at fáa rímiliga nógv koppsett til "støkk-inn" leygardagin og mánadagin, har neyðugt ikki var at bíleggja tíð.

Á corona.fo verður í dag heitt á fólk um at koppseta seg áðrenn olavsøkuna, og upplýst um at nógvar tíðir eru tøkar. Júst ólavsøkan verður eisini nýtt í átaksgrein á hmr.fo og corona.fo, ið er komin út seinnapartin undir heitinum Koppseting kann bjarga ólavsøkuni. 

Har verður víst á, at koppsetingargongdin í Føroyum líkjist henni í londunum rundan um okkum - har fór ferðin á koppsetingini eisini niður, tá komið var til teir yngru aldursbólkarnar.

- Koppsetingarbólkurin mælir tó staðiliga til, at tey, ið ikki enn eru koppsett ella bara hava fingið fyrra prikið, halda seg framat.

[object Object]
"Fyrra prikið verjir væl ímóti koronu og annað prikið enn betur, so fólk eru væl vard á ólavsøku, eru tey koppsett. Hava tey fingið bæði prikini, og tað eru gingnir átta dagar síðani seinna prikið, sleppa tey eisini undan sóttarhaldi. Men afturat tí hevur tað stóran týdning fyri at røkka flokkimmunitetinum, at meira enn 80 prosent av fólkinum verða koppsett. Dentur skal eisini leggjast á, at fólk, sum eru koppsett fyri koronu, men kortini fáa smittuna, gerast nógv minni sjúk enn tey, sum ikki eru koppsett – og tað er galdandi longu eftir fyrra prikið" Soleiðis er Lars Fodgaard Møller, landslækni, siteraður í greinini í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Her verður "ein gularót lýst": Hon er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald, skuldu tey havt verið í sambandi við smittað fólk, og tískil kunnu fleiri "bjarga sær ólavsøkuni", fáa tey sær annað prikið næstu dagarnar - tó ger landslæknin greitt, at tað skulu verða gingir átta dagar síðani síðsta prikið.

Harvið verður ólavsøkan og møguliga smitta har á ein hátt nýtt til at eggja og leggja nakað av trýsti á fólki at koppseta seg komandi dagarnar.

Flokkimmunitetur verður eisini nevndur sum ein orsøk til, at ein burdi koppsett seg. Tað at ov fá eru koppsett í mun til, hvat upprunaliga varð væntað, hevur gjørt, at koronukanning við markið verður kravd allan august. Tað skuldi annars verða tikið burtur eftir 31. juli.


  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder