Innanlands

Gott ár hjá Thor samtakinum

Úrslitið hjá Thor P/F í 2022 gjørdist eitt avlop eftir skatt á 47,6 mió.kr, sum leiðsla felagsins sambært ársfrágreiðingina er væl nøgd við. Útlitini fyri 2023 eru somuleiðis góð

(Mynd: Thor.fo)

(Mynd: Thor.fo)

2023-06-14 18:01 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Thor er ein føroysk fyritøka, sum í høvuðsheitum fevnir um frálandavinnu, fiskivinnu og sølu av fiskaúrdráttum. Thor rekur fiskivinnu, fiskaframleiðslu og offshore vinnu. Virksemið hjá Thor er umfatandi og verður rikið ígjøgnum 11 dótturfeløg. Í alt 250 fólk starvast í Thor samtakinum.

Thor hevur heimstað og høvuðsskrivstovu í Hósvík.


[object Object]

Raksturin

Samlaða sølan hja Thor samtakinum í 2022 er økt 85 mió.kr. til 403,6 mió.kr., sum svarar til ein vøkstur á 27 prosent í mun til í 2021.

Rakstraravlopið (Ebitda) øktist úr 114,8 mió.kr. í 2021 til 130,9 mió.kr.

Ársúrslitið í 2022 gjørdist eitt avlop á 47,6 mió.kr. sammett við 34,7 mió.kr. Vøksturin var tískil 12,9 mió.kr. ella 37 prosent.

Fíggjarstøða

Samlaða fíggjarstøðan hjá Thor samtakinum var 796 mió.kr. í 2022, sum er 63,9 mió.kr. hægri enn í 2021.

Støðisogn í alt, sum umfatar skip, bygningar og útgerð umframt fíggjarliga støðisogn var í 2022 íalt 706,4 mió.kr., sammett við 666,7 mió.kr. í 2021. Vøksturin í fíggjarstøðuni í 2022 kemst í høvuðsheitum av íløgum í materiella støðisogn á 55,5 mió.kr.

Ognir í umferð vóru í 2022 íalt 89,6 mió.kr. samanborið við 65,4 mió.kr. í 2021.

Eginpeningur felagsins var við ársenda 2022 íalt 257,9 mió.kr. Trygdarevnið í 2022 var tískil 32,4 prosent í mun til 28,1 prosent í 2021.

Langfreistaða skuldin í 2022 var 363,5 mió.kr. og stuttfreista skuldin var 172,5 mió.kr.  Samlaða bankaskuldin, sum bæði er lang- og stuttfreiðsta, øktist 2,5 mió.kr. í 2022.


[object Object]

Lyklatølini

Thor P/F kann sum heild vísa á góð og betrandi lyklatøl. Eitt nú er trygdarevnið betra munandi síðstu fimm árini, úr 14,7 prosentum til 32,4 prosent. Ognaravkastið er økt úr 13 prosent í 2018 til 16,4 prosent í 2022. Rakstaravkastið er tó fallið úr 35,7 prosentum í 2021 til 32,4 prosent í 2022.

Einasta lyklatalið sum er minkað yvir árini er lyklatalið ”gjaldførislutfall”, sum sigur hvussu gjaldførið er hjá felagnum er, tá hugt verður eftir umsetningsognum í mun til stuttfreiðstaða skuld. Tó meta vit ikki hetta sum nakra avbjóðing, tá ið felagið hevur tað inntjening, tað í løtuni hevur.

Í leiðslufrágreiðingini á ársroknskapinum stendur, at leiðsla felagsins er nøgd við ársúrslitið í 2022 og hevur góðar vónir um roknskapin fyri 2023, sum væntandi verður á sama støði sum í 2022.

Partaeigararnir í Thor P/F eru sambært Skráseting Føroya: Hans Andrias Kelduberg, Gunnbjørn Joensen, Sp/f 7 Holding, Per Gulklett.

Stjóri í Thor P/F eru Hans Andrias Kelduberg og Per Gulklett. Nevndarformaður er Jákup Oluf í Skálum.

[object Object]Stjóri í Thor P/F er Hans Andrias Kelduberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)


---

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder