2022-06-23 14:19
Hesa vikuna fer Gøtu Kirkju Ungdómskór at hava tvær konsertir.
Fyrra konsertin verður í kvøld klokkan 19 í Musikkskúlahøllini Hátún í Havn, og seinna konsertin verður sunnukvøldið klokkan 19 í Gøtu kirkju.
Skráin er, sum altíð, bæði fjølbroytt og krevjandi, men kórið metir eisini at hon er sera áhugaverd. Kórið hevur eitt heilt serligt verk í ermuni, sum ikki hevur verið framført í Føroyum áður. Eisini verða onkrir spirituals og føroysk kórverk á skránni, og størri altjóða kórverk, verður sagt í tíðindaskrivi.
Konsertin er ein liður í fyrireikingararbeiðinum hjá kórinum til kórferðina til Riga í august.
Báðar konsertirnar eru ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald