Mentan

Gøtufólk gjørdu skjótt av

Nú er turrari aftur á sandinum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-07-13 23:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Gøtu gjørdu tey skjótt av tá eitt rør, sum varð lagt í sandin í kvøld bleiv tipt, og ein lítil partur við inngongdina á sandinum fyltist við vatni.

Tí var blivið heldur vátt og ikki bestu umstøðurnar hjá festivalgestunum. Gøtufólk riggaðu seg til við gravmaskinu sum gravaði soleiðis, at vatnið kundi renna frítt.

Hóast klokkan nærkast midnátt er framvegis nógv eftir av fríggjadegnum á G! festivalinum. Danska Iris Gold spælir á Sandinum klokkan 23:35, Silvurdrongur á Spæliplássinum klokkan 01 og Hamferð á Sandinum klokkan 2.

Sí eisini: Myndir: Fríggjakvøld á G! festivalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder