2021-09-03 11:34

Koppsetingartoymið var í gjár á ferð við tyrlu á útoyggj, og koppsetti íbúgvar ímóti koronu.
Sjúkrahúsverkið upplýsir, at 12 fólk vóru prikað, og tey fingu øll seinna prikið.
Koppsett var í Fugloy, Svínoy, Mykines, Skúvoy og í Stóru Dímun.
Fyrst í august var toymið eisini á ferð, og tá vóru 23 fólk koppsett. 20 fólk fingu fyrra prikið og trý fingu tað seinna.
Annars vóru tilsamans 201 fólk koppsett í gjár. 46 fólk fingu fyrra prikið og 155 fólk tað seinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald