Amerikanska poppstjørnan, Taylor Swift, vann í nátt Grammyvirðislønina fyri Ársins Album, sum verður mett at vera tann mest týðandi av øllum virðislønum, sum verður latin innan tónleikin.
Hon er sostatt fyrsti persónur, ið vinnur henda heiður fýra ferðir.
Taylor Swift fekk tvær virðislønir í nátt. Nýggjasta útgáva hennara, “Midnights” varð kosin besta útgáva innan popp, og seinni varð hon so eisini kosin besta útgáva av øllum.
Sostatt er talið av Grammyvirðislønum til 34 ára gomlu sangarinnuna komin upp á 14.
Taylor Swift nýtti høvið til at kunngera, at hon hevur innspælt eina nýggja útgávu, “The Tortured Poets Department”, sum er sett at koma út 19. apríl í ár.
- Eg vil takka mínum fjepparum og fortelja tykkum eitt loyndarmál, sum eg havi hildið fyri meg sjálva í tvey ár, segði Swift áðrenn hon avdúkaði útgávudag og heiti á nýggju plátuni.
Taylor Swift var tilnevnd til seks ymiskar heiðurslønir tá hesar vórðu handaðar Los Angeles í nátt.
Hetta seinasta árið hevur hon tikið fleiri met innan tónleikaídnaðin, eitt nú við sínum sera vælumtóktu konsertum, hon hevur hildið á síni The Eras Tour.
Hon var í 2023 kosin Ársins persónur av amerikanska tíðarritinum Time Magazine. Í juli gjørdist hon tann kvinnan, sum hevur havt flest útgávur á hittlistanum hjá Billboard. Og hennara konsertfilmur "Taylor Swift; The Eras Tour" tók metið fyri at vera tann konsertfilmur, sum hevur tjent flest pengar inn upp á fyrsta sýningarvikuskiftið nakrantíð, sambært New York Times.
Taylor Swift hevur seinastu árini arbeitt við at endurinnspæla tær fyrstu seks útgávurnar, sum kon kom við. Hetta gjørdi hon eftir eina ósemju við tónleikaumboðsmannin, Scooter Braun, sum keypti útgávufelagið Big Machina, og harvið fekk rættindini til útgávurnar sum eru komnar frá henni higartil, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald