Í gjár var eitt innslag í Degi&Viku, har ein nýggjur Facbook-bólkur varð umtalaður. Hann eitur Grannahjálp, og hevur til endamáls at miðlað hjálp ímillum fólk, ið vilja hjálpa, og fólk ið tørva hjálp orsaka av coronasmittuvandanum.
Tann bólkurin er galdandi fyri Tòrshavn Argir og Hoyvík. Jóhannes Miðskarð setti hann á stovn í annaðkvøld
Í dag er støðan í Klaksvík vorðin serliga álvarsom, eftir at eitt starvsfólk í dagstovinum Mylnugarði hevur fingið staðfest coronasmittuna.
Les eisini: Áleið 100 fólk í Klaksvík í sóttarhaldi
Seinnapartin setti Jóna Jacobsen ein Grannahjálp-bólk fyri Klaksvík á stovn. Endamálsorðingin er tann sama sum tann, ið varð orðað í Havn gjár:
Ætlanin við hesum bólki er, at grannar kunnu hjálpa hvør øðrum. Um tað er onkur sum er í vandabólki, t.d. sjúk ella gomul, so kunnu tey lýsa á hesum bólki eftir onkrum, sum kann t.d. fara at keypa fyri tey og seta vøruna uttanfyri hurðina.
——
The purpose of this group is that neighbours can help each other out in Tórshavn/Klaksvík. If for example there is a citizen in the risk-group, sick or old, then he/she can ask in this group, if someone for example can buy groceries for him/her and place them in front of the door
Yvir 600 fólk eru limir, og nógv hava bjóðað sær at hjálpt grannum, fólkum ið eru í sóttarhaldi og sjúkum og veikum í Klaksvík í hesari støðuni.
Innanlands
Grannahjálp í samband við Corona nú eisini í Klaksvík
Klaksvíkskvinna hevur seinnapartin stovnað ein bólk, ið er ætlaður til fólk ið vilja hjálpa ella hava tørv á hjálp í samband við íkomnu støðuna
2020-03-13 18:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald