Í juni fór nýggj granskingarverkætlan í gongd í Føroyum. Í verkætlanini verður granskað í leiðslu og dygd á føroyskum dagstovnum. Hetta er eitt samstarv ímillum granskarar, stovnar og kommunur um at menna dygdina, og skapa bestu umstøður til børnini at trívast, mennast og læra.
Granskingarverkætlanin sum er ein Ph.d. verkætlan er frá 2023-2026, tó fara úrslit at síggjast av verkætlanini longu fyrst í komandi ári, tá tey fyrstu granskingarúrslitini verða løgd fram, bæði í Føroyum og uttanlands.
Tað er Birita Arge, Ph.d. lesandi á Aalborg universiteti, sum er verkætlanarleiðari og Charlotte Ringsmose professari á Aalborg universiteti, sum er vegleiðari.
Verkætlanin er stuðlað av Føroya Pedagogfelag, Tryggingarfelagnum Lív og kommunum í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald