placeholder
Innanlands

Granskarar fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum

Fimm verkætlanir fingu stuðul á hesum sinni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-12-12 08:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarnevndin hevur á fundi 5. desember játtað stuðul til fimm verkætlanir á heilsuøkinum. Tilsamans eru játtaðar 4 milliónir krur í seinasta umfarinum á Høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Maria Skaalum Petersen hevur fingið játtað 851.734 krónur til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum við heitinum “Mikrobiom og Parkinson’s sjúka”.

Turið Hammer hevur fingið játtað 828.856 krónur til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við heitinum ”Grundir til og kostnaður av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum”.

Eina H. Eliasen hevur fingið játtað 1.076.896 krónur til ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum við heitinum “Heilsustøðan hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum úr einum objektivum og subjektivum sjónarhorni”.

Jacobina Kristiansen hevur fingið játtað 816.745 krónur til ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum  og Landssjúkrahúsinum við heitinum ”Ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku”.

Sjúrður F. Olsen hevur fingið játtað 398.648 krónur til verkætlan á Fróðskaparsetrinum við heitinum ” Frá føðing til ellisár: Íløga í granskingartilfeingi til at lýsa heilsu hjá føroyingum frá millumkrígsárunum”.

Játtanirnar eru latnar frá høvuðsøki 2, ið er eitt av trimum høvuðsøkjum, sum fæið hjá niðurlagdu sjúkrakassunum skuldi lutast út til. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum.

Játtaninar vóru latnar eftir tilmæli frá faknevndini, sum er sett at meta um umsóknir um stuðul frá Sjúkrakassagrunninum.

Í hesum umfarinum varð møguligt at søkja stuðul á øllum fimm raðfestu økjunum. Eitt krav fyri at kunna fáa játtað stuðul er, at tað verður mett sannlíkt, at verkætlanin kann menna heilsuøkið í Føroyum.

Tað komu fjúrtan umsóknir inn í hesum umfarinum, av hesum fingu fimm játtað stuðul. Ein játtanarpartur á ein góðan triðing er nakað hægri enn miðal fyri Granskingargrunnin.

Í 2014 vóru settar 11,8 milliónir krónur av til Høvuðsøki 2. Hesar hava verið játtaðar til verkætlanir í fýra umførum. Ein partur av uppruna játtanini var sambært leiðreglunum bundin í fimm ár. Í apríl 2019 var restfæið, umleið 2,8 milliónir krónur, leysgivið. Hendan upphæddin og afturgoldin stuðul frá tveimum steðgaðum verkætlanum varð lutað út í hesum seinasta umfarinum fyri Høvuðsøki 2. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder