Uttanlands

Granskarar kunnu vera til reiðar við koppingarevni móti korona í september

Eitt lið av granskarum í Stóra Bretlandi halda, at teir skjótt kunnu vera til reiðar við koppingarevni móti koronasmittuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-11 17:41 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Granskarar kunnu møguliga longu vera klárir við koppingarevni í september. Tað sigur Sarah Gilbert, ið er professari innan koppingarevni á Oxford University, við The Times.

Sarah Gilbert er leiðari fyri eitt av heimsins mest framkomnu granskingarliðum, og hon sigur seg vera 80 prosent vísa í, at koppingarevni fer at rigga. Hon sigur, at tey eru til reiðar at gera fyrstu royndirnar við menniskjum í seinasta lagið um fjúrtan dagar.

Seinastu vikurnar hevur gingist væl hjá granskara liðinum, og tey vænta, at koppingarevni verður til reiðar eftir summarferiuna um alt gongur lýtaleyst.

Sum leiðari fyri granskaraliðið hevur Sarah Gilbert longu tosað við bretsku stjórnina um at byrja framleiðsluna beinanvegin.

Sambært The Times hava fleiri bretskir ráðharrar ró framundir, at teir eru til reiðar, at lata fleiri milliónir pund til at fáa eina koppseting.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder