2025-10-28 12:02
Ein nýggjur grunnur, kallaður Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku, varð stovnaður tann 25. september 2025. Endamálið við grunninum er at stuðla gransking, menning og kunning, sum kann betra um viðgerð og fyribyrging av diabetes í Føroyum.
Tað skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðuni.
Grunnurin verður stýrdur av eini nevnd við trimum fólkum. Tey eru Lea Skaalum, forkvinna í Diabetesfelagnum, Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni við diabetes sum serøki, og Fríða Patursson, sum er advokatur, sum er forkvinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald