Tveir út av trimum veljarum halda, at Føroyar skulu gevast við at hava diplomatiska umboðan í Ísrael.
Tað vísir veljarakanningin hjá Portalinum. Tey spurdu fingu henda spurningin: “Tekur tú undir við hesum?: Føroyar skulu framhaldandi hava sendistovu í Ísrael”.
64 prosent svaraðu ‘nei’, meðan 36 prosent svaraðu ‘ja’. Sostatt kann sigast, at størsti parturin av fólkinum tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum at lata sendistovuna í Tel Aviv aftur.
Sigast skal, at 15 prosent av teimum 500 spurdu ikki høvdu eina meining um spurningin, og svaraðu ‘veit ikki’.
Meirilutin fyri at lata sendistovuna í Ísrael er tó ikki eins stórur sum tann, ið heldur, at sendistovan í Moskva skal lata aftur.
Les grein frá í gjár: Greiður meiriluti fyri at steingja sendistovuna í Moskva
Tað er eisini fleiri, sum hava eina meining um sendistovuna í Ísrael enn um sendistovuna í Russlandi. Tí tað vóru 21 prosent, sum svaraði ‘veit ikki’ upp á spurningin um sendistovuna í Russlandi.
Fólkafloks-, miðflok- og sjálvstýrisveljarar ímóti
Men tá hugt verður eftir veljarunum hjá teimum einstøku flokkunum, so er als ikki semja um sendistovuna í Ísrael. Tí í trimum av flokkunum taka veljararnir ikki undir við at steingja sendistovuna í Tel Aviv.
Ikki óvæntað svaraðu allir miðfloksveljararnir, at Føroyar framhaldandi skulu hava eina sendistovu í Ísrael.
Eisini hjá Fólkaflokkinum er meiriluti: 69 prosent svara ‘ja’ upp á spurningin. Eisini hjá sjálvstýrisveljarunum verður meiriluti skrásettur fyri sendistovu í Ísrael, men her er munurin so lítil, at hann liggur væl innan fyri óvissuna.
Sostatt eru tað veljararnir hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum, Framsókn og Sambandsflokkinum, sum halda, at sendistovan skal latast aftur.
Greiðast í hesari støðu eru tjóðveldisveljararnir, har 88 prosent svaraðu ‘nei’ upp á spurningin, meðan hjá javnaðarveljarunum vóru 85 prosent. Hjá Framsókn eru tað fýra av fimm, sum halda at sendistovan í Ísrael skal steingjast.
Veljararnir hjá Sambandsflokkinum liggja nærmast samlaða úrslitinum. 68 prosent av teimum vilja steingja og 32 prosent vilja halda fram.
Norðoyingar ímóti
Um hugt verður eftir landafrøðiliga býtinum av svarunum, so kann staðfestast, at tað bert er í Norðoyggjum, at veljararnir halda at sendistovan í Ísrael skal halda fram, meðan hini økini halda, at umboðanin í Ísrael skal støðga.
Greiðast er úrslitið í høvuðsstaðnum, har 74 prosent halda, at sendistovan í Tel Aviv skal lata aftur.
Kynsbýtið vísir, at meðan menninir eru tvíbýttir millum fyri og ímóti við einum lítlum meiriluta fyri at gevast í Ísrael, so eru kvinnurnar meira sannførdar. Bert ein fjórðingur av kvinnunum er fyri at halda fram við sendistovu í Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald