Innanlands

Grein 25-nevnd setast at viðgera heitið ’maður’

Málsligt javnstøðukjak á tingi í dag

(Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-19 14:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á komandi løgtingsfundi fer løgtingi at seta eina sokallaða grein 25-nevnd at viðgera lógaruppskotið frá tingkvinnunum Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir um at broyta stýrisskipanarlógina so at starvsheitunum hjá løgtings- og landsstýrismonnum verða broytt.

Ungu tingkvinnurnar vilja ikki verða kallaðar fyri tingmenn, og ynskja tí stýrisskipanarlógina broytta, so at tær sambært stýrisskipanarlógini sleppa at kalla seg tingkvinnur.

Les eisini: Ungu tingkvinnurnar vilja ikki kallast menn 

Hóast flestu tingfólk siga seg skilja, at kvinnurnar á tingi ikki vilja kalla seg menn, so elvdi uppskotið til langt kjak á tingi í dag, har serliga orðið ’maður’ í týdninginum ’menniskja’ fekk drúgva viðgerð.

Tingmenn fýltust eisini inn á, at tað verður skotið upp, at tey í manna løgtingið skulu kallast tingfólk, tí heitið ’fólk’ merkir ikki ’persónur’, men ein ’tjóð’ ella 'fólkaslag'. Bill Justinussen mælti til heldur at kalla tey, ið manna tingið, fyri tinglimir, eins og gjørt verður á eitt nú enskum, 'member of parliament'.

Hetta vann tó ikki frama frá uppskotsstillarunum, tí ’limur’ er kallkynsorð og hevur tí eina kynsliga óbalansu, hildu tær.

Undir viðgerðini boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður frá, at hann heldur at tíðin er búgvin til at taka stýrisskipanarlógina upp til endurskoðan, ikki bert fyri at broyta almennu heitini, men eisini fyri at broyta partin, sum ”ásetur ásetur, at millumtjóða sáttmálar altíð eru yvir føroyskari lóggávu”, skrivar løgmaður.

Les eisini: Løgmaður mælir til at endurskoða stýrisskipanarlógina 

Uppskotið hjá Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir skal nú viðgerast av eini serligari løgtingsnevnd, eini sokallaðari grein-25 nevnd, ið verður sett, tá serlig mál, eitt nú viðvíkjandi broytingum í stýrisskipanarlógini, skulu viðgerast.

Sipað verður til grein 25 í tingskipanini, sum sigur at tingið kann ”seta aðrar løgtingsnevndir ... at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum”.

Grein 25-nevndir verða vanliga settar við einum umboði úr hvørjum flokki, og verða sostatt ikki fólkaðar/mannaðar sambært umboðanini á løgtingi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder